Vælkomin á Granskingardepilin
fyri Økismenning Granskingardepilin fyri Økismenning er ein óheftur
samfelagsligur granskingardepil innan økismenningargransking.
Granskingin er tvørsektoriel gransking, hvørs serstøku og
fremstu verkevni eru føroysku økini og menningarmøguleikar
teirra.
Granskingarverkætlanir Granskingarverkætlaninar á Granskingardeplinum fyri
Økismenning hava fevnt um gransking innan vinnumenning, við
serligum atliti at hvussu ymisku økini í landinum hava klára at
ment eftir kreppuna fyrst í 1990árunum. Eisini verður granskað
innan Kommunur og bygdasamfeløg, umframt at fokus hevur
verið sett á ymisk onnur viðurskifti, sum hava við útjaðaran at
gera, sí eisini Granskingarverkætlanir.
Samstørv Ein týðandi partur av at verða ein granskingarstovnur í
einum lítlum samfelagið er at knýta samstørv. Granskingardepilin
fyri Økismenning samstarvar í dag við Fróðskaparsetur Føroya, og
við granskarar, fyritøkur, feløg og stovnar í Føroyum eins væl
og uttanlands. Granskingardepilin fyri Økismenning hevur
samstørv út í heim í Danmark, Norra, Íslandi, Skotlandi, Kanada,
fyri at nevna nøkur.
1.
Okt. 2008 Útgáva av Arbeiðsrit 19/2008: Tilgongd til
kommunusamanlegging í Suðuroy Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning gevur í dag út
Arbeiðsrit 19/2008 við heitinum “Tilgongd til
kommunusamanlegging í Suðuroy”, sum Dennis Holm,
samfelagsfrøðingur, og Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur, hava
skrivað.
Arbeiðsritið er eitt uppskot um, hvussu farast kann fram í
samband við, at kommunurnar í Suðuroynni sjálvboðið leggja saman
og stovna Suðuroyar kommuna. Arbeiðsritið
kann takast niður her