|

Aktuellar granskingarverkætlanir
Á Granskingardeplin fyri
Økismenning verður arbeitt við fleiri ymiskum
verkætlanum. Nakrar av verkætlanunum eru føroyskar verkætlanir
burturav,
meðan aðrar verkætlanir verða gjørdar í samstarvi við útlendskar
granskarar og granskingarstovnar. Tær føroysku verkætlanirnar
verða í ávísum førum fíggjaðar av granskingargrunnum ella
stovnum, hetta er somuleiðis galdandi fyri tær útlendsku
verkætlanirnar.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir
nakrar av teimum verkætlanum, sum eru í gongd á
Granskingardeplinum í løtuni, trýst á tað einstøku
verkætlanina fyri at lesa meiri.
Økislýsing 2006/2007
PRONE: Precautionary risk methodology in
fisheries
Sjúkrarøktafrøðingar í Føroyum 2006 - Ein trivnaðarkanning
Fyritíðarpensjónistar í Føroyum - ein livikorkanning
Vestnordens Økonomiske Relationer
Nýskapan og kappingarføri í føroysku fiskivinnuni (phd
verkætlan)
Økislýsing 2006/2007
Granskingardepilin fyri
Økismenning er í apríl 2006 farin undir at gera eina økislýsing av
Føroyum, undir heitinum Økislýsing 2006/2007. Hetta er ein
lýsing, sum er sambærilig við lýsingar, sum í grannalondum
okkara ganga undir heitinum “Regionalpolitisk redegørelse”.
Endamálið við hesari lýsing er at savna, skipa og dagføra hagtøl
fyri hvussu føroyska samfelagið á ymiskum økjum er broytt
seinastu árini, og hvussu hesar broytingar hava ávirkað tey
ymisku geografisku økini í landinum. Slíkar lýsingar styrkja um
grundarlag fyri at leggja til rættis politikk sum kann styrkja
ella bøta um støðuna sum er í teimum ymisku økinum í landinum.
Sigast kann, at Økislýsingini 2006/2007 í
ávísan mun er ein dagføring og eitt framhald av
Økismenningarálitinum, sum kom út í 2001, tó at nýggir tættir
eisini eru í Økislýsingini 2006/2007.
Afturvendan Økislýsing av Føroyum
Føroyar hava seinastu ártíggjuni verið fyri stórum broytingum.
Búskaparliga gongdin í landinum sum heild og ikki minst í teimum
ymisku geografisku økjunum av landinum hevur verið skiftandi í
hesum tíðarskeiði, og kennist hetta eisini aftur í m.a. gongdini
í fólkatalinum. Nøkur økið hava verið merkt av fólkatalsvøkstri,
meðan onnur hava verið fyri eini minking í fólkatalinum.
Vinnuliga hava gongdin eisini verið ymisk í teimum ymisku
geografisku økjunum og ikki minst hevur gongdin verið ymisk frá
einari vinnu til aðra. Útbyggingar av infrakervinum hava eisini
verið við til at broytt fortreytirnar hjá fólki og vinnu í
teimum ymisku økjunum av landinum – bara fyri at nevna nøkur
viðurskifti.
Eitt av endamálunum við Økislýsingini er at gera eina lýsing av
hvussu ymisk viðurskifti í føroyska samfelagnum broytast – summa
staðni í størri mun enn aðrastaðni, og hartil er gongdin summa
staðni positiv, meðan gongdin í øðrum geografiskum økjum er
negativ. Greitt er, at hesar broytingar ávirkað samfelagið og
tann einstaka borgaran – hetta vita vit, spurningurin er hvussu
stórar broytingarnar eru og hvussu nógv tær ávirkað tann
einstaka borgaran?
Ætlanin er, at Økislýsingin av Føroyum skal verða ein
afturvendan lýsing, sum verður gjørd 4-5 hvørt ár. Partar av
lýsingunum verða tær somu hvørja ferð, so at fylgjast kann við,
hvørji viðurskifti broytast. Harumframt verða tað í hvørjari
Økislýsing gjørdir serligar lýsingar / serligir partar, sum taka
upp viðurskifti, sum eru av serligum týdningi júst tá.
Økislýsingin kemur fast at fevna um hesar partar:
Ein stutt heildar lýsing av búskapargongdini í Føroyum tey
seinastu 5-10 árini
Demografi
Arbeiðstakara hagtøl / løntakara hagtøl
Kostnaðarstøði (í ymsu pørtunum av landinum)
Útbúgvingarstøði (í tann mun tað er gjørligt)
Serligar lýsingar í 2006/2007
Vinnulívslýsing av Suðuroynni og Sandoynni
Útoyggjarnar anno 2006/2007
Lýsing av týdninginum av góðum sambandi / infrakervi
Verkætlanin verður gjøgnumførd í
tíðarskeiðinum Apríl 2006 - várið 2008.
Útgávur, sum eru givnar út sum
partur av hesari verkætlanini
Arbeiðsrit 15, 2007:
Demografisk
lýsing av Suðuroy 2007
Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, Granskingardepilin fyri Økismenning.
Arbeiðsrit 14, 2007:
Vinnulívið í Suðuroynni í 2006,
Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og Bogi Mortensen, Siviløkonom,
Granskingardepilin fyri Økismenning.
Arbeiðsrit 13, 2007:
Fólk og vinna í Sandoyar Sýslu 2006,
Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og Bogi Mortensen, Siviløkonom,
Granskingardepilin fyri Økismenning.
Arbeiðsrit 11/2006:
Arbeiðsmegin á føroysku flaka- og
fiskavirkjunum í framtíðini,
Dennis Holm og Bogi Mortensen
Arbeiðsrit 10/2006:
Hækkandi
oljuprísir, djúpvatnstrolarar og møguligar avleiðingar fyri
Suðuroynna,
Bogi Mortensen og Dennis Holm
Dennis Holm hevur ábyrgd av
verkætlanini
PRONE: Precautionary risk methodology in
fisheries
(2006-2008)
Farna heyst gjørdi Granskingardepilin fyri Økismenning
avtalu við University of Portsmouth Higher Education Corporation
um at verða undirveitari til eina EU-verkætlan við heitinum
Precautionary risk methodology in fisheries – stytt PRONE.
PRONE er ein verkætlan innan fiskivinnuna, sum setur fokus á
fiskivinnuumsiting og hóttanir / váðan innan fiskivinnuna í EU
og í Norðuratlantshavi. Høvuðsendamálið við verkætlanini er at
skapa betri skipanir til at meta um hvørjar hóttanir fiskivinnan
hevur, umframt at betra um sjálva fiskivinnuumsitingina, og at
enda at skapa betri skipanir í smb. við kunning um hóttanir
innan fiskivinnuna, t.d. í smb. við hóttar fiskastovnar.
Við í verkætlanini eru granskingarstovnar úr Finnlandi,
Onglandi, Spaniu, Grikkalandi, og Íslandi – og er
Granskingardepilin fyri Økismenning við umboðandi føroyska
partin av verkætlanini. Universitetið í Portsmouth hevur
umsitingarligu ábyrgdina av verkætlanini, meðan finski
professarin í fiskivinnu umsiting, Sakkri Kuikka, er samskipari
av verkætlanini. Verkætlanin fevnir um bæði eina biologiska,
eina búskaparliga og eina samfelagsliga tilgongd.
Føroyski parturin av verkætlanini fevnir m.a. um at gera
kanningar av hvørjar hóttanirnar eru í føroysku fiskivinnuni.
Úrslitið av m.a. hesum kanningum verða brúktar í samanbering við
støðuna hjá fiskivinnuni í øðrum.
Dennis Holm og Bogi Mortensen
luttaka í verkætlanini fyri Granskingardepilin.
Granskingarverkætlanin endar á heysti 2008.
Sjúkrarøktafrøðingar í Føroyum 2006 - Ein trivnaðarkanning
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar hevur tikið stig til at seta eina
trivnaðarkanning í verk millum føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar.
Granskingardepilin fyri Økismenning ger hesa kanning.
Limirnir í felagnum starvast víða
innan heilsuøki - á sjúkrahúsunum, á røktar- og ellisheimum, í
sambýlum, innan heimarøktina, innan heilsurøktina og við
undirvísing og ráðgeving. Felagið ynskir at fáa eina heildarmynd
av, hvussu sjúkrarøktafrøðingar trívast í teirra arbeiði og um
trivnaðurin møguliga er broyttur seinnu árini.
Sparingar, yvirtøkur av viðgerðum, umleggingar og broytingar
innan heilsuverkið eru týðandi orsøkir til, at felagið heldur,
at tørvur er á einari tílíkari kanning. Tíðin til
sjúklingin/brúkarin er vorðin styttri og størri krøv verða sett
til tvørfakligt arbeiði, menning og samskipan av uppgávunum.
Harafturat broytist samfelagið við rúkandi ferð. Hetta setur
krøv til støðuga førleikamenning samstundis sum
sjúklingurin/brúkarin eisini er vorðin meiri vitandi og ikki
hevur somu ”autoritetstrúgv” sum áður. Hetta setir eisini nýggj
og avbjóðandi krøv til tær uppgávur, sum sjúkarøktarfrøðingar
røkja innan heilsuverkið. Nøktandi førleiki, góðir møguleikar
fyri menning og trivnaður í arbeiðinum, eru tí av alstóran
týdning fyri starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Verkætlanin verður gjøgnumførd í
tíðarskeiðinum Apríl 2006 - Okt. 2006.
Útgávur
av verkætlanini
Arbeiðsrit 12/2006:
Sjúkrarøktafrøðingar í 2006 - ein
livikorskanning,
Karin Jóhanna L. Knudsen og Martha H. Mýri.
Karin Jóhanna L. Knudsen og
Martha H. Mýri hava ábyrgd av
verkætlanini
Fyritíðarpensjónistar í Føroyum –
ein livikorkanning
Í hesi kanning seta vit fokus á fyritíðarpensjónistar við
miðal og hægstu avlamis pensjón. Hetta er ein kvalitativ
kanning, ið leggur dent á at geva eina breiða mynd av livikorum
hjá hesum bólkinum í samfelagnum.
Tað er MBF, ið hevur heitt á Granskingardepilin fyri Økismenning
um at gera hesa kanning. Árið 2003 varð nevnt “ár teirra
brekaðu”, og varð støðan hjá teimum, sum bera brek á mangan hátt
umrødd í Føroyum. Tó er tað ofta trupult at umrøða hendan bólk,
tá greiniligar upplýsingar ikki finnast, um støðu teirra í
samfelagnum. Føroyar verða ofta lýstar sum eitt
vælferðarsamfelag, ájavnt við tey Skandinavisku londini. Føroyar
hava eisini havt stóran búskaparvøkstur seinastu árini, men
speglar hesin vøkstur støðuna hjá teimum, sum bera brek í
Føroyum? Hvussu eru lívskorini hjá teimum í Føroyum, og kunna
tey metast við lívskorini hjá fólki í somu støðu í
grannalondunum?
Nevndu spurningar royna vit at fáa svaraðar við at gera ein
kvalitativa spurnakanning. Samrøður vera gjørdar við 20
fyritíðarpensjónistar í aldrinum 18 – 49 ár, ið fáa hægstu –
ella miðal fyritíðarpensjón. Hóast hetta bert gevur okkum
upplýsingar um livikorini hjá nøkrum útvaldum persónum, sum bera
brek, fara vit tó at síggja nakrar ábendingar ella nøkur
mynstur, sum ganga aftur, og sum møguliga kunnu sigast verða
galdandi fyri heildina. Millum annað kanna vit
bústaðarviðurskifti, arbeiðsviðurskifti, sosiala netverkið,
samleika o.a. ið er viðkomandi, fyri slíkar kanningar.
MBF metir, at stórur tørvur er á at hava vísindaligt tilfar, sum
kann lýsa støðuna hjá teimum brekaðu í Føroyum í dag, og er
henda kanning tí bert fyrsta stig á leiðini. Tað er MBF og
Granskingardepilin, sum í felag hava orðað uppskotið til
innihald, og MBF hevur fingið fíggingina til vega. Verkætlanin
verður m.a. fíggjað av Granskingarráðnum.
Tað er Martha Mýri og Olga Biskopstø, ið standa fyri hesi
kanning, og hon verður eftir ætlan liðug í mars 2006.
Verkætlanin verður gjøgnumførd í
tíðarskeiðinum Okt. 2005 - Januar 2007.
Útgávur
av verkætlanini
Arbeiðsrit 16/2007:
Livikorini
hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum - ein spurnakanning
Olga Biskopstø & Martha Mýri, samfelagsfrøðingar, Granskingardepilin fyri Økismenning.
Verkætlanin er fíggjað av MBF og
Granskingarráðnum.
Olga Biskupstø hevur ábyrgd av
verkætlanini.
Vestnordens økonomiske relationer
Verkætlan um búskaparliga sambandi millum Ísland, Grønland og
Føroyar. Verkætlanin er umbiðin av norðurlendsku
embætismannanevndini, NERP, ið er ein nevnd undir Norðurlendska
Ráðharraráðnum. Verkætlanin viðgerð búskaparligu menningina og
búskaparligu eyðkennini hjá londunum Harumframt viðgerð
verkætlanin sambandið millum londini, hvønn týdning sambandið
hevur og hvussu tað kann mennast.
Arbeiðið verður gjørt saman við umboðum fyri Bifrost School of
Economics í Íslandi.
Verkætlanarleiðari er Gestur
Hovgaard.
Verkætlanin verður gjøgnumførd í
tíðarskeiðnum Nov. 2005 - summarið 2008.
Nýskapan og kappingarføri í føroysku fiskivinnuni (phd
verkætlan)
Fiskivinnan í Føroyum møtir støðugt øktari kapping á altjóða
marknaðinum. Kappingarføri hjá vinnuni er tí ein avgerandi
táttur fyri framtíðar menningina av okkara høvuðsvinnu. Høga
lønarlagið í Føroyum verður mangan drigið fram, sum ein forðing
fyri kappingarføri í vinnuni, men er hetta bert ein táttur av
mongum, sum ávirka kappingarføri. Tá rávørugrundarlag eins og
marknaðarviðurskifti eru óstøðug og skiftandi, soleiðis sum
fiskivinnan er eitt gott dømi um, so eru tað evnini at skapa
nýggjar vørur ella broyta skipanir og framleiðslu, sum hevur
tann týðandi leiklutin til tess at betra kappingarførið í
fiskivinnuni. Tað eru evnini til nýskapan (innovasjón) í
føroysku fiskivinnuni, sum er útgangsstøðið í hesi verkætlanini.
Í Føroyum hava vit seinastu árini sæð eina ógvuliga ymiska
menning millum øki, og hypotesan í hesi verkætlan er, at hendan
ójavna menningin er grundað á, at evnini til nýskapan hava
avgerandi týdning fyri vinnuligu/búskaparligu gongdini. Við
“evni til nýskapan” meinast bæði objektivar fortreytir
(infrastrukturur, fíggjarviðurskifti vm) og mentunnarlig og
sosial viðurskifti (netverk, álit vm). Tvey dømi um ymiska
menning eru økini Eysturoy og Suðuroy, sum bæði eru serliga
tengd at fiskivinnuni, men hava havt eina sera ymiska vinnuliga
menning seinastu árini. Til tess at fáa vitan um, hvørji
viðurskifti hava týdning fyri nýskapan í fiskivinnuni er ein
áhugaverdur granskingarspurningur tí: Hví hevur Skálafjørðurin
ment seg til ein miðdepil fyri fiskivinnu og vinnulív knýtt at
fiskivinnuni, meðan vinnan í Suðuroynni ikki í eins stóran mun
hevur megnað hetta?.
Verkætlanin verður gjøgnumførd í
tíðarskeiðnum Feb. 2005 - Mars 2008.
Verkætlanin er forskotin í eitt ár
og verður tí ikki liðug fyrr enn tíðliga á summarið 2009.
Verkætlanin er fíggjað av Amerada
Hess, Granskingarráðnum, Fiskivinnuroyndum, og BP Amoco.
Rúna Hjelm hevur ábyrgd av
verkætlanin.
|