Granskingardepilin fyri Økismenning

 
Forsíða
Um Granskingardepilin
Granskingarverkætlanir

Aktuellar verkætlanir

Altjóða verkætlanir

Umbidnar verkætlanir

Útgávur
Slóðir
In english

 

Granskingardepilin fyri
Økismenning

Jústabrekka 1
Postboks 158
700 Klaksvík
E-mail: region@region.fo

Skrivstovan í Vági
Postboks 18
900 Vágur
 

Altjóða granskingarverkætlanir og samstørv
Granskingardepilin fyri Økismenning samstarvar við granskarar, granskingarstovnar og universitet í Danmark, Norra, Íslandi, Kanada, og Skotlandi. Í samstarvi við hesar stovnar luttekur Granskingardepilin fyri Økismenning í fleiri størri útlendskum granskingarverkætlanum. Niðanfyri eru styttri lýsingar av útvaldum altjóða verkætlanum, sum Granskingardepilin fyri Økismenning luttekur í.

PRONE: Precautionary risk methodology in fisheries (2006-2008)
Farna heyst gjørdi Granskingardepilin fyri Økismenning avtalu við University of Portsmouth Higher Education Corporation um at verða undirveitari til eina EU-verkætlan við heitinum Precautionary risk methodology in fisheries – stytt PRONE.

PRONE er ein verkætlan innan fiskivinnuna, sum setur fokus á fiskivinnuumsiting og hóttanir / váðan innan fiskivinnuna í EU og í Norðuratlantshavi. Høvuðsendamálið við verkætlanini er at skapa betri skipanir til at meta um hvørjar hóttanir fiskivinnan hevur, umframt at betra um sjálva fiskivinnuumsitingina, og at enda at skapa betri skipanir í smb. við kunning um hóttanir innan fiskivinnuna, t.d. í smb. við hóttar fiskastovnar.

Við í verkætlanini eru granskingarstovnar úr Finnlandi, Onglandi, Spaniu, Grikkalandi, og Íslandi – og er Granskingardepilin fyri Økismenning við umboðandi føroyska partin av verkætlanini. Universitetið í Portsmouth hevur umsitingarligu ábyrgdina av verkætlanini, meðan finski professarin í fiskivinnu umsiting, Sakkri Kuikka, er samskipari av verkætlanini. Verkætlanin fevnir um bæði eina biologiska, eina búskaparliga og eina samfelagsliga tilgongd.

Føroyski parturin av verkætlanini fevnir m.a. um at gera kanningar av hvørjar hóttanirnar eru í føroysku fiskivinnuni. Úrslitið av m.a. hesum kanningum verða brúktar í samanbering við støðuna hjá fiskivinnuni í øðrum.

Dennis Holm og Bogi Mortensen luttaka í verkætlanini fyri Granskingardepilin. Granskingarverkætlanin endar á heysti 2008.

Økonomisk Udvikling i Norden (2005-2007)
Verkætlan Økonomisk Udvikling i Norden er ein verkætlan, sum Granskingardepilin fyri Økismenning arbeiðir við í samstarvi við Bifrost School of Business í Íslandi. Gestur Hovgaard og Bjarni Mortensen luttaka í verkætlanini fyri Granskingardepilin fyri Økismenning. Verkætlanin er fíggjað av Nordisk Ministerråd (www.norden.org).

International Society of the Studies of Marginal Regions (ISSMR)
Granskingardepilin hevur síðan á várið 2000 verið partur av felagsskapinum ISSMR, sum skipar fyri ráðstevnuni International Seminar on Marginal Regions, sum fyri fyrstu ferð var í Føroyum í august 2005. Dennis Holm og Bjarni Mortensen samskipaðu ráðstevnuna.

Institutions and Innovation (2003-2004)
Verkætlanin Institutions and Innovation var ein norðurlendsk verkætlan, sum Granskingardepilin fyri Økismenning eisini luttók í. Olga Biskupstø og Martha H. Mýri hava luttikið í verkætlanini, og eru úrslitini av fyrsta partinum av verkætlanini útgivin í bók. Verkætlanin varð fíggjað av NordRegio (www.nordregio.se).

Future Challenges to Small Municipalities (2003-2004)
Verkætlanin Future Challenges to Small Municipalities var ein norðurlendsk verkætlan, sum Granskingardepilin fyri Økismenning luttók í tíðarskeiðinum 2003 - 2004. Gestur Hovgaard luttók í verkætlanini, umframt at Dennis Holm eisini tók lut í pørtum av arbeiðinum.
Verkætlanin var eitt samstarv millum Granskingardepilin fyri Økismenning, Universitetið í Akureyri í Íslandi og Álendsku Hagstovuna. Verkætlanin er útgivin av NordRegio (www.nordregio.se), sum eisini fíggjaði verkætlanina.

Coping Strategies and Regional Policies, Social Capital in Nordic Peripheries (2000-2002)
Coping Strategies and Regional Policies, Social Capital in Nordic Peripheries var ein Norðurlendsk verkætlanin um viðgjørdi Føroyar, Ísland, Grønland, Svøríki og Finnland. Verkætlanin var partur av tí størru granskingarverkætlnini Future Challanges and Institutional Preconditions for Regional Development. Gestur Hovgaard luttók í verkætlanini. Verkætlanin er útgivin av NordRegio (www.nordregio.se).