|

Endamál Endamálið við
Granskingardeplinum fyri Økismenning er:
I) at fremja og menna samfelagsvísindaliga gransking við
serligum atliti at økismenning
II) at menna vitan og førleika innan økismenning
Fyri at røkka hesum endamálum eigur verkætlanin:
I) at savna inn og skipa vitan, ið er viðkomandi í
økismenningarhøpi
II) at samstarva við Fróðskaparsetur Føroya og við granskarar,
fyritøkur, feløg og stovnar, føroyskar eins væl og útlendskar,
ið kunnu styrkja virksemið hjá ætlanini og føroyskari
samfelagsgransking yvirhøvir
III) at luttaka í føroyskum og altjóða granskingarætlanum
IV) at breiða út vitan um økismenning í føroyskum og altjóða
høpi
Eisini er møguligt innan verkætlanina:
I) at samstarva við lærdar háskúlar, herundir um Ph.D.-lestur og
skiftisavtalur
II) at skipa fyri skeiðum og øðrum vísindaligum virksemi
III) at granska fyri pening, sum fólk í verkætlanini útvega frá
granskingargrunnum, stuðulsveitarum o.l.
IV) at taka uppá seg granskingar-, menningar- og
ráðgevingaruppgavur ímóti gjaldi fyri fyritøkur, stovnar,
áhugafeløg o.o.
.
|