|

Granskingarverkætlanir
Granskingin á Granskingardeplinum fyri Økismenning fevnir um
ymisk sløg av verkætlanum innan samfelagsvísindaliga gransking.
Í ávísum førum er talan um verkætlanir, sum granskarar á
Granskingardeplinum fyri Økismenning standa fyri, í øðrum førum
er talan um verkætlanir, sum eru gjørdar í samstarvi við aðrar
granskarar, antin í Føroyum ella uttanlands.
Niðanfyri er umrøða av nøkrum av
granskingarverkætlanunum, sum Granskingardepilin fyri
Økismenning hevur arbeitt við seinastu árini.
Kommunur og bygdasamfeløg
Seinastu árini hevur eitt týðandi høvuðsevni innan granskingina
á Granskingardeplinum fyri Økismenning verið "Kommunur og
bygdasamfeløg". Seinastu árini hava fleiri verkætlanir verið
skipaðar undir evninum "Kommunur og bygdasamfeløg" og
hevur verið talan um bæði føroyskar og útlendskar
verkætlanir.
Millum evnini, sum eru og hava verið viðgjørd, eru spurningar um
føroysku kommunalpolitisku skipanina, tvs. allan spurningin um
avgerðarrætt og ábyrgd kommunanna. Harundir eisini hvussu ymiskt
kommunurnar í Føroyum er skipaðar við m.ø. kommunalum samstarvi.
Granskingini fevnir eisini um spurningin um teir tættir, ið
krevjast til fyri at skapa trygd og trivnað í einum
bygdasamfelag, sum t.d. skúli, heilsurøkt, eldrarøkt,
barnaansing, frítíðarmøguleikar, vinnumøguleikar os.fr.
Fleiri verkætlanir undir evninum "Kommunur og bygdasamfeløg"
eru lidnar og givnar út antin av Granskingardeplinum fyri
Økismenning ella í øðrum høpi, antin í Føroyum ella uttanlands.
Sí undir útgávur á vinstra bredda
Harumframt eru eisini nakrar
verkætlanir í gongd innan hetta evnið.
Ung, útbúgving og fiskivinna
Hendan verkætlanin viðgerð hvørji ynski føroyski ungdómurin
hevur til framtíðina, tá tað snýr seg um útbúgvingar- og
vinnuval? Dentur verður í stóran mun lagdur á, hvat ungdómurin
heldur um fiskivinnuna og um tey halda at størv har kunnu livað
upp til teirra ynski fyri framtíðina á møti. Tað er eitt
vælkent fyribrigdi um allan heim, at ungdómur er tann parturin
av fólkinum, ið serliga flytur frá útjaðaranum og til størru
plássini. Verkætlanin viðgerð eisini spurningin um ungdómurin
vil búseta seg í heimbygdini eftir loknari útbúgving.
Frágreiðingin liggur undir útgávur
á vinstra bredda og vel Arbeiðsrit.
Vinnulívsmenning eftir
búskaparkreppuna
Í februar 2002 bleiv bók útgivin um vinnulívsmenning eftir
búskaparkreppuna.
Í bókini eru fýra sokallaðar "casir", ið vísa hvussu gongdin í
útvaldum støðum í Føroyum hevur verið eftir kreppuna. Hesi støð
eru: Klaksvík, Fuglafjørður, Tvøroyri og Vágur. Umframt at ein
sjálvstøðugur partur í bókini viðgerð menningina av føroysku
alivinnuni.
Bókin ber heitið "The Restructuring of the Faroese Economy:
The Significance of the Inner Periphery" og er givin út av
forlagnum Samfundslitteratur í Danmark. Bókin er skrivað á
enskum og fæst til keyps í føroysku bókhandlunum.
|