|

Bókaútgávur
Nøgdir og nýbrot - føroysk
fiskivinnumenning í fimmti ár
7. august 2008 varð bókin Nøgdir og nýbrot - føroysk
fiskivinnumenning í fimmti
ár givin út. Bókin er skrivað av Dennis Holm og Boga Mortensen.
Bókin gevur innlit í, hvussu føroyska fiskiveiðan er broytt,
bæði tá ið ræður um, hvar vit fiska, hvussu vit fiska, og hvørji
fiskasløg vit fiska. Broytingin í føroyska fiskiflotanum verður
eisini viðgjørd, umframt at flotin, sum hann er nú, verður
lýstur.
Eisini fær lesarin eina greiða mynd av, hvussu fiskivinnan á
landi er ment, og hvørji
viðurskifti hava havt týdning í hesari menning. Lesarin fær
somuleiðis eina greiða fatan av føroyskari fiskiveiðu- og
fiskivinnuumsiting bæði í søguligum høpi og nú á døgum. Í so
máta gevur bókin lesaranum eitt innlit í, hvussu viðurskiftini í
føroysku fiskivinnuni og kring hana eru broytt hesi fimmti árini
bæði á sjógvi og á landi.
Bókin er ætlað einum breiðum lesaraskara og er harumframt eisini
ætlað sum undirvísingartilfar í føroyska fólkaskúlanum og á
fyrstu árunum í miðnámsskúlunum.
Bókin er skrivað á føroyskum. Forlagið Sportin gav út bókina
The Restructuring of the Faroese Economy
18.
februar 2002 gav Granskingardepilin fyri Økismenning út sína
fyrstu bók, bókina The Restructuring of the Faroese Economy.
Bókin er eitt úrslit av eini granskingarverkætlan um
vinnulívsmenning í Føroyum eftir búskaparkreppuna. Hendan
verkætlan varð gjøgnumførd seinna hálvár av 2000 og í byrjanini
av 2001. Verkætlanin varð skipað við fýra sokallaðum
case-studium av útvaldum støðum í Føroyum. Hesi vóru: Klaksvík,
Fuglafjørður, Tvøroyri og Vágur. Harumframt er ein sjálvstøðugur
partur um menningina av føroysku alivinnuna.
Bókin vísir, hvussu íverksetarir, myndugleikar og feløg virka
fyri nýskapan í føroyska búskapinum, ein menning, sum í stóran
mun hevur røtur í lokalum viðurskiftum. Hendan hugsan verður
undirbygd við bæði søguligum og nútíðar atliti; serliga er tað
tann fjøltáttan, sum er hend í føroyskum vinnulívi seinastu
árini, ið er eitt áhugavert fyribrigdi. Eisini minnir bókin í
sínum søguliga tilfari á, at tey støð, sum í einum tíðarskeiði
eru útjaðari, kunnu í einum øðrum skeiði vera drívmegin.
Bókin, ið er gjørd við altjóða útgávu fyri eyga, er skrivað á
enskum, og verður til keyps í bókasølunum kring landið fyri kr.
175,-. Bókin er útgivin á danska forlagnum Samfundslittertur.pilin fyri Økismenning gevur út, so luttaka
starvsfólk á Granskingardeplinum eisini í øðrum verkætlanum, sum
verða útgivnar í bókum ella í arbeiðsritum. Nakrar av hesum
útgávunum finnur tú undir aðrar útgávur. |