Granskingardepilin fyri Økismenning

 
Forsíða
Um Granskingardepilin
Granskingarverkætlanir
Útgávur
Slóðir
In English

 

Granskingardepilin fyri
Økismenning

Jústabrekka 1
Postboks 158
700 Klaksvík
Tlf. +298 457744
Fax. +298 457743

Skrivstovan í Vági
Vágsvegur 48
Postboks 18
900 Vágur
Tlf. +298 374477
Fax. +298 374476

E-mail: region@region.fo


 

Dagbókin hjá Rúnu Hjelm - frá túrinum við Skálaberg
Rúna Hjelm er phd-lesandi, sum dagliga arbeiðir á Granskingardeplinum fyri Økismenning, og er knýtt at Roskilde Universiteti.

21. november 2006: Heimferð
Í dag er síðsti dagur umborð á Skálaberg. Ætlanin er at eg skal fara inn til Kirkenes við einum íslendskum trolara, sum eitur: "Venus". Hesin byrjar at sigla tórsdagin, men av tí at veðri nú er gott og væntandi heldur sær, skal eg yvir við mob-bátinum í morgin tíðliga.

Eg havi haft tað so gott umborð, at tað veruliga er ringt at fara av aftur. Hetta, hóast eg gleði meg at síggja bæði mann og børn aftur, og slettis ikki kundi hugsa mær at hildi jól umborð (soleiðis sum mannskapið helst noyðist). Umborð hevur Jóhann (ein "ungur" maður úr Klaksvík), hjálpt mær at heingja tosk og hýsu upp til turkingar, og Ingi, sum hevur verið sjómaður alt lívið (eisini skipari), sigur at hann gjarna vildi haft meg umborð allan túrin. Hetta og mangt annað, eri eg ordiliga glað fyri at hava uppliva.

Hvat havi eg so lært? Eg havi lært eitt sindur um, hvussu tað er at verða mannskap umborð á einum føroyskum fiskiskipi. Eg havi eisini roynt at seta meg inn í hvat eitt tílíkt skip hevur av reiðskapi, motorkapasiteti, tekniskari útgerð, vatnverk, oljureinsiverk o.s.fr., hvussu henda útgerð verður brúkt og hvør framleiðsla er umborð. Serfrøðingar á nevndu økjum eru umborð, og eg havi bert læri eitt lítið sindur av tí teir kunnu. Hóast hetta, haldi eg, at hesar royndir geva mær nógv betri grundarlag undir tí meira ástøðiligu granskingini av fiskivinnuni. Nú havi eg sjálv sæð, roynt og fingið lýst hvussu eitt fiskiskip riggar, í einum samanspæli millum: menniskja, teknologi og náttúru.

***

Fyri løtu síðani høvdu vit eitt hál og fingu eini trý tons. Sjálvt um fiskiskapurin ikki hevur verið so góður síðstu dagarnar, hava vit haft nokk so støðugan fiskiskap.

Bæði reiðari og skipari skulu hava stóra takk fyri, at eg fekk roynt meg sum mannskap umborð á Skálaberg.

P.S. Eg havi ikki sjóverk longur.

17. november 2006: Sjóverki spøkir
Dagurin í dag byrjaði ikki so væl. Eg stríðist enn við sjóverki, men royni at avmarkað nýtsluna av sjóverkstablettum. Ofta fái eg ikki sjóverk um eg byrji dagin við at taka 1-2 sjóverkstablettir. Tá eg fór upp í morgun kl. 6, føldi eg meg somikið væl, at eg helt at í dag skuldi eg klára meg við ongum tablettum. Tíverri fór eg skeiv. Um 8-tíðina byrjaði eg at fáa høvuðpínu, skelva og verða illa til passar. Í drekkasteðginum kl. 9, fór eg á kamari, fekk mær høvuðpínu- og sjóverkstablettir og hvíldi meg eitt sindur. So til arbeiðis aftur. Um 10-tíðina kláraði eg ikki at halda mær longur, og spýði á dúrkið á fabrikkini. So føldi eg meg eitt sindur betur og arbeiddi víðari til umleið kl. 11. Hinir arbeiddu vaktina út, men av tí at eg seinnapartin skuldi arbeiða í galluni (køkinum), fekk eg frí eitt sindur fyrr. Eg át ein døgurðabita og fór so og legði meg í koyggjuna. Umleið kl. 14.30 vaknaði eg aftur. Eg tók eina sjóverkstablett, fór í brús og legði skitin klæði í vaskimaskinuna. Síðani fór eg niður í galluna. Tá var klokkan umleið 15.00. Eg hevði avtala við kokkin, Heina, at í dag skuldi eg gera fiskasuppu til nátturða. Heini hjálpti mær, og tað gekk væl at kokkast. Bakarin umborð, John, bakaði flutes til suppuna. Vit høvdu eisini tíð til ein drekkamunn. Suppan var liðug til nátturðan kl. 17.30 og eg haldi hon smakkaði væl.

Aftaná nátturða fekk eg hvílt meg eitt sindur (og tikið eina sjóverkstablett) áðrenn eg fór til arbeiðis aftur á fabrikkini kl. 18.30. Vaktin verður liðug kl. 00.30. Vit hava 6 tons vit skulu arbeiða undan. Í gjáranáttina skræddu vit illa tað eina trolið og vit fiska tí við teim minnu trolunum nú. Annars hava vit ikki havt nakrar størri trupulleikar við útgerðini. Fiskiskapurin er enn góður.

15. november 2006
Fyrstu dagarnar royndu vit eystanfyri sokallaða "Kassan". Har var lítið at fáa, og vit hava nú flutt okkum vestur um, til eina fiskileið sum kallast "Prestanøsin". Her hava vit í dag fingið væl av fiski, um 6 tons (umroknað til flak) í hvørjum hálið. Vit fiska við tveimum trolum, og um alt gongur eftir ætlan, klára vit trý hál um døgnið. Eg havið fingið fast pláss sum pakkari í fabrikkini. Arbeiði gongur gott, sjálvt um eg helst ikki eri líka kvik í hondum, sum tá eg, sum ung var feriuavloysari á Polarfrost.

10. november 2006
Endiliga er Skálaberg á veg á fiskileið, eftir at vit hava bunkra (fylt olju) í Honningsvåg í norðurnoreg. Mannskapi mynstraði mánamorgun á Myklebust verft, og byrjaði tann langa túrin norðureftir til Barentshavið sama dag. Tíverri fingu vit motorstopp, eftir bert at hava siglt ein góðan tíma, og skipið var sleipa inn til Ålesund, har motorurin var umvældur. Hetta seinkaði okkum eitt døgn, men túrurin víðari hevur gingið væl.

Tá vit loystu frá Ålesund rullaði illa og eg var sera ring í sjóverki, fekk næstan ikki sovi um náttina og spýði næsta morgun - men so hevur tað gingið betri og betri, og teir síðstu tveir dagarnar havi eg tíbetur ikki havt sjóverk.

Eg skal fyrstu dagarnar arbeiða í fabrikkini á skiparavaktini. Henda vaktin arbeiðir frá kl. 06.30 til 12.30 og frá kl. 18.30-00.30. Skipstíðin umborð er føroysk og tíðindini kl. 12.20 og kl.18.00 verða varpaði í messuni, afturvið døgurða og náttara um somu tíð. Teir síðstu dagarnar hava vit arbeitt við at gerða fabrikkina klára og annars rudda og vaska umborð. Eg havi egið lugar við sjónvarpi, telefon og bad. Vit fáa góðan mat umborð og hava góð felagshølir. Eg haldi manningin hevur tikið gott ímóti mær og eg trívist væl.

Um umleið eitt døgn vænta vit at koma á fiskileið í russiska partin av Barentshavinum. Vit hava hoyrt at Enniberg og Vesturvón hava havt góðan fiskiskap, so vónandi fáa vit eisini nakað tá vit koma hagar.
Skálaberg t. 10.11.06
Rúna Hjelm