|
Tíðindi |
| |
Her verður við jøvnum millumbilum løgd út tíðindi frá Granskingarverkætlanini fyri
Økismenning. Sagt verður frá, hvørja ferð heimasíðan er dagførd, skrivað teg á listan við at senda okkum ein
e-mail.
|
|
|
5. Apríl 2005 |
Námsskeið um "kommunur og nýskapan" í Suðuroy,
leygardagin 9. apríl frá kl. 14 - 16.
Leygardagin tann 9. apríl frá kl. 13 - 16 skipar Granskingardepilin fyri Økismenning fyri námsskeiði um kommunur og nýskapan. Skeiðið verður í Stóra Pakkhúsi í Vági og er fyri kommunustýrislimir og umsiting. Skeiðið er ókeypis
Skráin er henda:
Kl. 14.00 Vælkomin
Kl. 14.10 Martha Mýri: Um verkætlanini "Kommunur og nýskapan".
Kl. 14.40 Olga Biskopstø: Kunnar um "Røst deklaratiónina" - ið byggir á kjakfund hildin á Røst í Noregi, har leikfólk og granskarar viðgjørdu evnið nýskapan og kommunur og komu við hugskotum.
Kl. 15.00 Dennis Holm: Hvussu kunnu vit gera lokalar menningarætlanir?
Kl. 15.20 Kjak
Kl. 16.00 Endi
Tit, ið ynskja at luttaka á fundinum, vinarliga boða okkum frá á e-mail region@region.fo ella á tlf. 457744 ella 757969 í seinasta
lagi hósdagin kl. 12.00.
|
|
|
9. Mars 2005 |
Framløgur frá námsskeiðinum fyri kommunur um “kommunur
og nýskapan” á heimasíðuni
Eftir áheitan frá luttakarum á námsskeiðinum, eru framløgurnar í hildnar vórðu í Kambsdali, lagdar út á heimasíðuna, sí undir
Frá Námsskeiðinum fyri kommunum í vinstra bredda. Framløgurnar eru lagdar út í pdf-formati, við 6 glærum á hvørjari síðu.
|
|
|
2. Mars 2005 |
Námsskeið fyri allar kommunur í Føroyum um “kommunur og nýskapan”.
Mánadagin 7. mars og leygardagin 9. apríl skipar Granskingardepilin Fyri Økismenning, fyri námsskeiði um ”kommunur og nýskapan”.
Umboð fyri allar kommunur í Føroyum er boðin við, bæði politikarar og umsiting. Sama skeið verður hildið í Kambsdali og í Suðuroy. Nú mánadagin 7. mars verður tað í Auluni á Studentaskúlanum á Kambsdali og 9. apríl, í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Innihaldið á skeiðinum er fjølbroytt, men tað byggir tó á eina Norðurlendska verkætlan um “Kommunur og nýskapan”, sum Granskingardepilin luttók í. Verkætlanin endaði í fjør. Tilfarið frá verkætlanini varð givið út í bók nevnd “Innovations and Institutions”.
Martha Mýri og Olga Biskopstø stóðu fyri tí føroyska partinum av verkætlanini. Endamálið var at kanna hvat samband er millum kommunala stovnin og nýskapan innan tað vinnulig, almenna og mentanarliga. Í verkætlanini luttóku Fuglafjarðar, Gøtu og Leirvíkar kommuna.
Sum nevnt var verkætlanin partur av eini størri norðurlendskari verkætlan, sum fevnir um londini Føroyar, Ísland, Noregi, Svøríki og Finnland. Tilfarið samanlagt gevur okkum eina heildarmeting av hvussu nýskapandi tiltøk verða framd í smáum útjaðaraøkjum, og um kommunalir stovnar hava nakran leiklut í hesum.
Skráin fyri námsskeiði er henda:
· Martha Mýru, granskari, greiðir frá um verkætlanini ”Kommunur og nýskapan”.
· Olga Biskopstø, granskari, greiðir frá niðurstøðunum av dialogi millum leikfólk og granskarar á Røst í Noregi, har umboð fyri kommunur, virkir, stovnar og granskara vóru savnað.
· Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, røður um evnið “Visjónir og nýskapan í Fuglafjarðar kommunu”.
· Jón Tyril, formaður í felagnum Grót, lýsir avleidda virksemi av íløgum í mentan.
· Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products í Leirvík, røður um evnið “Vinnumenning og kommunalt samstarv í verki”.
· Dennis Holm, granskari, viðger evnið: “Hvussu kunnu vit gera lokalar menningarætlanir?
|
|
|
2. Feb. 2005 |
Rúna Hjelm, fiskivinnufrøðingurin, sum Phd lesandi á
Granskingardeplinum fyri Økismenning
Fiskivinnufrøðingurin, Rúna Hjelm, er farin undir eina nýggja verkætlan á
Granskingardeplinum fyri Økismenning, sum hevur heiti: Nýskapan í føroysku fiskivinnuni. Verkætlanin, ið er ein trý ára
Phd verkætlan, verður framd í samstarvi við vegleiðara Jørgen Ole Bærentholdt við Roskilde Universitetscenter.
Evnini til nýskapan skulu í verkætlanini lýsast við grundarlagi í føroysku fiskivinnuni, við serligum atliti til tann týdningin nýskapan hevur fyri at bøta um kappingarførið í vinnuni. Heilt stutt kann nýskapan lýsast sum eina tilgongd, ið fer fram og fremur nýggj hugskot á einum “kommersiellum” marknaði. Men hesi evnini at “kommersialisera” eitt hugskot eru altíð økistengd, tvs. mennast í einum samanspæli við tað vinnuliga, politiska og mentunarliga umhvørvi eitt virki hevur at virka í. Øki - regiónir, býir ella bygdir – sum yvirskipað sæð hava somu fortreytir at virka undir, klára seg heilt ymiskt vinnuliga sæð, og hevur hetta seinastu árini vakt ans millum granskarar, eisini í norðurlendska útjaðaranum.
Í Føroyum hava vit seinastu árini sæð eina ógvuliga ymiska menning millum øki, og hypotesan í hesi verkætlan er, at hendan ójavna menningin er grundað á, at evnini til nýskapan hava avgerandi týdning fyri vinnuligu/búskaparligu gongdini. Við “evni til nýskapan” meinast bæði objektivar fortreytir (infrastrukturur, fíggjarviðurskifti v.m.) og mentunarlig og sosial viðurskifti (netverk, álit v.m.). Tvey dømi um ymiska menning eru økini Eysturoy og Suðuroy, sum bæði eru serliga tengd at fiskivinnuni, men hava havt eina sera ymiska vinnuliga menning seinastu árini. Til tess at fáa vitan um, hvørji viðurskifti hava týdning fyri nýskapan í fiskivinnuni er ein áhugaverdur granskingarspurningur tí: Hví hevur Skálafjørðurin ment seg til ein miðdepil fyri fiskivinnu og vinnulív knýtt at fiskivinnuni, meðan vinnan í Suðuroynni ikki í eins stóran mun hevur megnað hetta?
Phd verkætlanin er fíggjað av Amerada Hess, BP Amoco, Granskingarráðnum, Fiskivinnuroyndum.
|
|
|
8. Nov. 2004 |
Nýggjast útgávan av Hugin & Munin, útgáva nr. 1.
2004, er løgd út á heimasíðuna.
Í blaðnum hesaferð er m.a. ein grein um
"Framtíðar leiklutin hjá smáum kommunum". Greinin er grundað á eina størri kanning, sum
Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt saman við Universitetinum á Akureyri og Ålands Statistik och Utredningsbyrå
(ÅSUB).
"Grannastevnuna" (kronikkin) hevur norski
professarin Jørgen Amdam skrivað. Í greinin verður fokus sett á kjakið um fylkes(amt)- og kommunubygnaðin í Norra.
At enda er eisini ein grein um føroyskar kommunur og nýskapandi tiltøk. Greinin er skrivað av Marthu á Mýri,
sum saman við Olgu Biskupstø hevur luttikið í norðurlendskari
granskingarverkætlan um kommunur og nýskapandi tiltøk.
Tú kann taka útgávuna niður
her.
|
|
|
1. Okt. 2004 |
Nýskapan er avgerandi fyri at eitt lokal samfelag kann yvirlivað og mennast. Soleiðis hevur tað altíð verið, og hetta kenna føroyingar væl, tí vit hava livað í hørðum umhvørvi, har vit eru noydd til at vera nýskapandi fyri at yvirliva.
Í nýmótans samfeløgum har menningin er umfatandi og gongur skjótt, verða
alsamt størri krøv sett til lokal-samfeløg. Hetta krevur ikki bert
stigtakarar, men eisini fólk, sum kunna skapa okkurt nýtt. Fólk eru meira
mobil og hava lættari við at flyta úr einari kommunu í aðra. Hetta leggur
størri trýst á kommunurnar í útjaðaraøkjum, tí fólki flytur har, sum
tey halda, at tey best kunna nøkta sín tørv.
Martha H. Mýri og Olga Biskupstø hava vegna Granskingardepilin fyri
Økismenning tikið lut í Norðurlendskari verkætlan um kommunur og
nýskapandi tiltøk. Hetta er ein verkætlan, sum verður gjørd í samstarvi
við fýra onnur Norðurlond. Umframt Føroyar eru Ísland, Norra, Svøríki og
Finnland við í verkætlanini. Í Føroyum hava Fuglafjarðar, Leirvíkar og
Gøtu kommunur verið brúktar sum casir í granskingar verkætlanini.
Úrslitini frá verkætlanini fyriliggja nú í frágreiðingini "Innovations
in the Nordic Periphery", sum NordRegio hevur givið
út og sum Nils Aarsæther, professari við Universitetinum í Tromsø, hevur
lagt til rættis. Frágreiðingin er í pdf-formati á heimasíðuni hjá
NordRegio (leinkja
her)
og kann eisini keypast á heimasíðuni hjá NordRegio.
|
|
|
5. Juli 2004 |
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur út
Smárit
10/2004 Rekruttering af højtuddannede til fiskerierhvervet
Internordisk konference på Hotel Hafnia
i Tórshavn (Færøerne) 3. – 5. des. 2003. Susanne Madsen (red).
Um Smáritið
Denne beretning bygger på indlæg fra den internordiske konference ”Rekruttering af højtuddannede til fiskerierhvervet”, som blev afholdt på Hotel Hafnia i Tórshavn, dagene 3-5 december 2003. Konferencen blev organiseret af Center for Lokal og Regional Udvikling på Færøerne, og foruden flere nordiske lande, så repræsenterede deltagerne både erhverv-, politik-, samt forsknings- og udviklingsmiljøer. Konferencens formål var at få diskuteret kompetencekrav, kompetenceudvikling, samt rekrutteringspolitikken i nordisk perspektiv, og disse aspekter genspejles – i forskellig form og grad - i materialet.
Center for Lokal og Regional Udvikling har i snart 2 år arbejdet med rekrutteringsspørgsmålet, og to andre rapporter foreligger, som behandler specifikke temaer af rekrutteringsproblematikken. Denne konference har været en ekstraordinær del af dette arbejde, som blev muliggjort gennem økonomisk støtte fra Nordisk Ministerråds fiskerifaglige gruppe, hvilket vi er meget taknemmelige for.
Smáritið kann takast niður her.
Og fæst í prentaðum líki við at venda sær til Granskingardepilin fyri
Økismenning.
|
|
|
21. Juni 2004 |
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur út
Arbeiðsrit
8/2004 Fjarferðing í Føroyum , sum samfelagsfrøðingurin Dennis
Holm hevur skrivað.
Um Arbeiðsritið
Í teimum framkomnu ídnaðarsamfeløgunum er tað vorðið alsamt meiri vanligt at ferðast langa leið millum bústað og arbeiðspláss – at fjarferðast / pendla millum bústað og arbeiðspláss. Í pørtum av Føroyum er fjarferðing eisini vorðin ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hetta ikki minst orsaka av framhaldandi útbygging av føroyska vegakervinum, sum í dag ger tað møguligt hjá umleið 75 % av fólkinum at koyra í túni hjá hvørjum øðrum – tá Norðoyartunnilin hava 85 % av føroyingunum hendan møguleika.
Økta fjarferðingin hevur ført við sær, at summar føroyskar kommunur í dag kunnu sigast bera eyðkenni av at vera bústaðarkommunur. Hetta arbeiðsrit viðgerð tvær tílíkar kommunur, Hósvíkar og Kvívíkar kommunur. Galdandi fyri bæði Hósvíkar og Kvívíkar kommunur er, at stórur partur av fólkinum í arbeiðsførum aldri fjarferðast til arbeiðis uttanfyri kommunumark, í flestu førum til arbeiðis í Havn. Eisini er galdandi fyri báðar kommunur, at nógv fólk seinastu árini eru flutt higar og fjarferðast til arbeiðis uttanfyri kommunumark.
At nógv fjarferðast til arbeiðis í Havnini er sum so ikki so løgi, tí Høvuðsstaðarøkið (umframt Runavíkar og partvíst eisini Klaksvíkarøkið) er tann parturin av landinum, sum hevur hava havt størstu búskaparligu framgongdina seinastu árini. Har eru eisini flest arbeiðstilboð fyri fólk við hægri útbúgving, umframt nógv arbeiðstilboð innan tænastu- og handilsvinnuna. Tann stóri búskaparvøksturin í Havn hevur tó eisini ført við sær økt trýst á bústaðarmarknaðin og harvið hægri húsaprísir og leigukostnað. Harumframt eru bíðilisti á barnaansingarøkinum, og eisini er tørvur á útbyggingum á skúlaøkinum. Hesi viðurskifti ávirkað, tá fólk skulu gera av, hvar tey skulu seta búgv. Kanningin vísir eisini, at fyri fólk, sum hava valt at seta búgv í Hósvík og Kvívík seinastu árini, hevur tað havt týdning, at bústaðurin er bíligari enn í Havn og at nærumhvørvið er barnavinarligt.
Arbeiðsritið viðgerð eisini í hvønn mun tað ávirkar lokalsamfelagið sosialt, at stórur partar av fólkinum í arbeiðsførum aldri fjarferðast til arbeiðis aðrastaðni. Kanningar í eitt nú Onglandi og Írlandi vísa, at eitt høgt tal av fjarferðum (pendlarum) kann hava stóra negativa ávirkan á sosialu samansjóðingina av lokalsamfelagnum. Kanningar í Hósvík og Kvívík vísa, at hetta ikki er galdandi í hesum kommunum.
At enda viðgerð Arbeiðsritið eisini í hvønn mun Hósvíkar og Kvívíkar kommunur raðfesta tað, at skapa eitt gott bústaðarumhvørvið. Í mun til menningarætlaninar hjá eini vanligar føroyskari kommunu í 1970unum og 1980unum, har stórur dentur varð lagdur á at hava eitt sterkt lokalt vinnulív, so tykjast Hósvíkar og Kvívíkar kommuna í dag í stóran mun leggja dent á at skapa eitt gott bústaðarumhvørvið, og á tann hátt draga fólk til sín.
Arbeiðsritið kann takast niður
her.
Og fæst í prentaðum líki við at venda sær til Granskingardepilin fyri Økismenning.
|
|
|
18. Juni 2004 |
Velfærd,
Politik og Planlægning
i
et socialvidenskabeligt perspektiv
Seminar v/
Professor John Andersen, Roskilde
Universitetscenter
á Granskingardeplinum fyri Økismenning
Seminarið verður hildið á
Granskingardeplinum 28-30. juni, og er ætlað fólki, sum vilja uppfríska sítt vísindaliga ástøði innan
"sosialvitinskapin" og seta hetta í eitt føroyskt perspektiv.
Tað kostar onki at luttaka, men fólk mugu sjálvi gjalda fyri mat og møguliga gisting. Boða frá um luttøku hjá
gestur@region.fo ella martha@region.fo, og vit senda tykkum neyðuga tilfarið (nakað av lesnaði
er). Sí
eisini skránna fyri seminarið
her
|
|
|
18. Mars 2004 |
Fólkatølini býtt á kommunur og økið eru dagførd á heimasíðuni. Sí undir Hagtøl og Fólkatøl.
Fólkatølini ganga fram til árslok 2003.
|
|
|
10. Mars 2004 |
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur út
Námsrit
4/2004 Sosialur kapitalur - við støði í Robert D. Putnam, sum samfelagsfrøðingurin
Martha H. Mýri hevur skrivað.
Um Námsritið
Sosialur kapitalur er eitt heitt evni innan samfelagsgransking í dag. Granskarar eru komnir fram til, at vitan, útbúgving og pengar ikki eru nokk í sær sjálvum, men at tey sosialu sambondini hava størri týdning fyri t.d. nýskapan, heilsu og menning, enn hildið hevur verið frammanundan. Eitt enskt orðatak sigur soleiðis: ”It’s not what you know, it’s who you know”, tað, sum hevur týdning, er ikki hvussu nógv tú veitst, men hvønn tú kennir.
Hví eru hesi sosialu sambondini so týdningarmikil? Og hvussu kunna tey sosialu sambondini vera eins ella enntá meira týdningarmikil enn eitt nú búskaparligur kapitalur?
Hesir
spurningar verða millum annað viðgjørdir í Námsritinum.
|
|
|
3. Mars 2004 |
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur út
Arbeiðsrit 7/2004
Kommunusamanlegging – hvat siga suðringar? , sum samfelagsfrøðingarnir Dennis
Holm og Bjarni Mortensen hava skrivað.
Um Arbeiðsritið
Spurningurin um kommunusamanlegging hevur staðið ovarlaga á breddanum í kjakinum um føroysku kommunu viðurskifti seinastu árini. Nógvar kommunur
hava longu gjørt av at leggja saman, og fleiri eru farnar undir samráðingar um kommunusamanlegging.
Í Suðuroynni hevur eisini verið kjak um kommunusamanlegging, og hóast ein meiriluti av suðringum ynskja broytingar hvat
viðvíkur kommunalu skipanini í oynni, so er tað ikki líkt til at nakað fer at henda hesum viðvíkjandi
innanfyri tey fyrst komandi árini. Hóast hetta so vísir kanningin, sum verður viðgjørd í hesum arbeiðsritinum, at fólkið í Suðuroynni vilja at
broytingar skulu henda.
|
|
|
11. Feb. 2004 |
Granskingardepilin fyri Økismenning
er í samstarvi við økismenningardepilin við Lærda Háskúlan á
Akureyri (www.unak.is/rha)
og Ålands Statistik och Utredningsbureau (www.asub.aland.fi)
farin undir eina norðurlendska verkætlan við heitinum “Framtíðar
leikluturin hjá smáum kommunum”.
Verkætlanin byggir á eitt spurnarblað,
sum verður sent øllum kommunum á Álandsoyggjunum, í Føroyum og flestu
kommunum í Íslandi.
Verkætlanin er stuðlað av norðurlendska regionalpolitiska stovninum NordREGIO, sum hevur sítt høvuðssæti í Stockholm
(www.nordregio.se).
Fleiri upplýsingar um verkætlanina eru at finna
her.
|
|
|
Tíðindayvirlit fyri árið 2003
Tíðindayvirlit fyri árið 2002
Tíðindayvirlit fyri árið 2001
|