Granskingardepilin fyri Økismenning

 
Forsíða
Um Granskingardepilin
Granskingarverkætlanir
Útgávur
Slóðir
In english

 

Tíðindasavn

12. Sept. 2007
Útgáva av Arbeiðsrit 16/2007: Livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum - ein spurnakanning
Granskingardepilin fyri Økismenning og MBF geva í dag,  út Arbeiðsrit 16/2007 við heitinum “Livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum - ein spurnakanning”. Olga Biskopstø og Martha H. Mýri hava skrivað arbeiðsritið.
Arbeiðsritið kann takast niður her

4. Sept. 2007
Útgáva av Arbeiðsrit 17/2007: Happing í føroyska fólkaskúlanum - ein spurnakanning
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur í dag,  út Arbeiðsrit 17/2007 við heitinum “Happing í føroyska fólkaskúlanum - ein spurnakanning”. Karin Jóhanna L. Knudsen, Martha H. Mýri
& Jógvan Mørkøre hava skrivað arbeiðsritið.
Arbeiðsritið kann takast niður her

9. Juli 2007
Útgáva av Arbeiðsrit 14/2007: Vinnulívið í Suðuroynni í 2006
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur í dag, 9. juli 2007, út Arbeiðsrit 15/2007 við heitinum “Demografisk lýsing av Suðuroy 2007”. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur hevur skrivað arbeiðsritið.

Tað seinastu tíðina – seinnu helvt av 2006 og fyrra hálvár í 2007 – hevur nógv fokus verið á, at tað sum heild gongur betur í Suðuroy. Tað er sjálvsagt eisini sera positivt, at tað er meira virksemi í landinum sum heild – eisini í Suðuroy. Í mun til støðuna á vári 2005, har arbeiðsloysið í Suðuroy var høgt, so er tað eisini at gleðast um, at tað í Suðuroy í dag er at kalla onki arbeiðsloysi. Men hóast tað búskaparliga hevur gingið væl tað seinasta árið, um samanborið verður við undanfarin ár, so bøtir hetta tó ikki um tann veruleikan, at Suðuroyggin anno 2007 hevur álvarligar demografiskar trupulleikar.

Demografiskar broytingar henda spakuliga, hetta hevur (sum víst í hesum arbeiðsritinum) eisini verið støðan í Suðuroy, har gongdin í fólkatalinum og samansetingin í mun til aldur og kyn hevur gingið skeiva vegin í langa tíð. Við tað at broytingarnar henda spakuliga og yvir langa tíð, so verður ofta ikki gáað eftir demografisku broytingunum– og av somu orsøk verða trupulleikarnir oftani ikki tiknir upp, fyrr enn “skaðin er vorðin heilt stórur”. Hetta er eisini støðan í Suðuroy í dag.

Lægri vøkstur enn í Føroyum sum heild í fleiri enn 80 ár
Tá gongdin í fólkatalinum í Suðuroy verður samanborin við gongdina í fólkatalinum í Føroyum, kann eisini staðfestast, at síðan 1921 hevur árligi vøksturin í fólkatalinum í Suðuroy (við undantak av tveimum árum) ongantíð verið á sama støði sum í Føroyum. við øðrum orðum er fólkatalið í Suðuroy, í lutfalli av fólkatalinum í Føroyum, minkað hvørt ár síðan 1921, við undantaki av tveimum árum.

Minking í fólkatalinum í 42 av teimum seinastu 56 árunum
Ein onnur staðfesting, sum kann gerast, tá hugt verður eftir gongdini í fólkatalinum í eitt longri tíðarskeið er: Síðan 1950 hava tað bert í 14 ár verið talan um ein árligan vøkstur í fólkatalinum í Suðuroy. Við øðrum orðum hevur fólkatalið í Suðuroy verið fyri eini árligari minking í 42 av teimum seinastu 56 árunum.

Ein familja flutt úr Suðuroy hvønn mánað í 20 ár
Minkandi fólkatalið stendst millum annað av stórari fráflyting úr Suðuroy. Tilsamans eru 1.020 fólk flutt úr Suðuroy í árunum 1985 til 2006. Umroknað til mánaðir, er talan um umleið 4 fólk í miðal um mánaðin, svarandi til at “ein familja” er flutt úr Suðuroy hvønn mánað í fleiri enn 20 ár

Manglandi burðaravlop
Ein onnur orsøk til skeivu gongdina í fólkatalinum í Suðuroy er “manglandi” burðaravlop (fødd – deyð = burðaravlop). Um árini 1990 til 2006 verða tikin undir einum, so hevur burðaravlopið í Suðuroy í hesum tíðarskeiðinum verið 5. Til samanberingar kann nevnast, at í Norðoya sýslu (har tað búgva umleið 6.000 fólk, t.v.s. umleið 1.000 fólk fleiri enn í Suðuroy) var burðaravlopið í sama tíðarskeiði 646, ella 130 ferðir so stórt sum í Suðuroy.

Stór minking í yngru aldursbólkunum
Hendan gongdin hevur sjálvsagt havt stóra ávirkan á samansetingina á aldur og kyn, við lutfalsligari minking í yngru aldursbólkunum, meðan teir eldri aldursbólkarnir eru blivnir lutfalsliga størri.

Fólkatalið í Suðuroy er minkað við 16,0% í tíðarskeiðinum frá 1985 til 2007. Í sama tíðarskeiði er aldursbólkurin av teimum, sum eru yngri enn 20 ár minkaður við 31,5%, býtt á kyn er minkingin størri hjá kvinnunum (32,7%) enn monnunum (30,3%). Samanborið við gongdina í landinum sum heild er talan um eina munandi størri minking í Suðuroy enn í Føroyum sum heild.

Eisini aldursbólkarnir frá 20-39 ár eru minkaðir nógv, við tilsamans 24,8% í árunum 1985 til 2007. Minkingin í talinum av kvinnum er tó munandi størri enn minkingin í talinum av monnum. Talið av kvinnum í aldursbólkinum 20-39 ár er minkað við 31,4%, meðan minkingin hjá monnum er 19,2%. Minkingin í Suðuroy er eisini í hesum aldursbólkinum væl størri enn í Føroyum sum heild.

Við øðrum orðum er talan um stóra minking í teimum yngstu aldursbólkunum. Og er orsøkin til, at tað í fyrsta lagi serliga eru ung fólk, sum eru flutt úr Suðuroy í árunum 1985 til 2007, og hartil eru lutfalsliga fá børn fødd í tíðarskeiðinum, m.a. tí at talið av kvinnum í burðarførum aldri er nógv minkað.

Trupulleikarnir mugu takast í størri álvara
Við minkingini í talinum av kvinnum í burðarførum aldri og við einum eftir øllum at døma hækkandi deyðstíttleika, so er tað væntandi, at innan eitt ávíst áramál (5-10 ár) verður árliga burðaravlopið í Suðuroy negativt við 25-50. Og við einum mynstri við fráflyting, sum í fleiri enn 20 ár hevur verið umleið 50 fólk í miðal um árið, so skulu stórar broytingar til, fyri at gongdin í fólkatalinum í Suðuroy skal byrja at ganga rætta vegin. Demografisku trupulleikarnir mugu takast í álvara, um ikki trupulleikarnir skulu gerast alsamt størri í komandi árum.

Arbeiðsritið kann takast niður í pdf-formati undir útgávur og Arbeiðsrit ella her.

26. Apríl 2007
Útgáva av Arbeiðsrit 14/2007: Vinnulívið í Suðuroynni í 2006
Granskingardepilin fyri Økismenning hevur givið út eitt nýtt arbeiðsrit – Arbeiðsrit 14/2007 við heitinum “Vinnulívið í Suðuroynni í 2006”. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og Bogi Mortensen, siviløkonomur, hava skrivað arbeiðsritið.

Vinnulívið í Suðuroynni í 2006
Arbeiðsritið setur fokus á vinnuligu støðuna í Suðuroynni og gongdina hjá vinnulívinum í hesum partinum av landinum árini 2002 til 2005. Myndin er sum so rættiliga greið. Í fyrsta lagi eru tað í Suðuroynni lutfalsliga fá parta- og smápartafeløg, um samanborið verður við miðal fyri alt landið. Orsøkirnar til hetta eru uttan iva fleiri. Eitt er, at grundarlagið fyri at stovna nýggjar fyritøkur í Suðuroynni í nógvum førum er veikt. Eitt annað er, at marknaðurin innan summar vinnur er sera avmarkaður, ikki minst í teimum førum, tá fyritøkur bert kunnu bjóða seg fram í Suðuroynni. Hartil eru tað eisini innan ávísar vinnur strong krøv til fíggjarligt grundarlag fyri yvirhøvur at koma í gongd. Eitt veikt fíggjarliga grundarlag, við avmarkaðari atgongd til váðafúsan kapital og (tískil eisini í flestu førum til) lánikapital, hevur merkt Suðuroynna í fleiri ár, og eru tað eisini nógv dømi um ætlaðar fyritøkur, sum av hesi orsøk ikki eru komnar í gongd. Í nógvum førum eru ábendingar um, at sjálv geografiska plaseringin í Suðuroynni er ein partur av trupulleikanum.

Í øðrum lagi hevur gongdin hjá vinnulívinum í Suðuroynni seinastu árini (sæð undir einum) verið óstøðug við minkandi inntjening. Partar av vinnuni hava tó havt eina javna, góða gongd. Hetta hevur m.a. verið galdandi fyri fiskivinnuna í Hvalba, umframt at ídnaðar- og handverksvinnan (kanska serliga í Vági) tey seinastu árini hevur havt góð ár. Hinvegin hevur fiskivinnan í sunnaru helvt av oynni havt eina vánaliga gongd í fleiri ár og var við árslok 2005 sera veik, við óvanliga lítlari eginogn (ikki minst um hugsað verður um rakstrargøgnini, sum vinnan fevnir um). Gongdin innan handils- og tænastuvinnuna hevur verið nøkulunda støðug, tó talan hevur verið um minkandi inntjening. Sum er, er handils- og tænastuvinnan tó hampiliga væl konsoliderað.

Ein óstøðug vinnulig gongd hevur sjálvsagt ávirkan á, hvussu nógv virksemi – hvussu nógv arbeiði, og hvat slag av arbeiði – er í Suðuroynni. Hetta ávirkar eisini áhugan hjá fólki at verða verandi í oynni ella at flyta aftur til oynna. Ein av avbjóðingunum er tí at skapa eina meiri støðuga gongd. Í hesum sambandi er spurningurin, hvussu ein meiri støðug, góð gongd kann skapast í Suðuroynni, og somuleiðis eisini hvørjir eru vakstrarmøguleikarnir hjá vinnuni í oynni, bæði hjá verandi vinnum og hjá møguligum nýggjum vinnum?

Suðuroyggin er sum so í einari serligari støðu, um samanborið verður við aðrar partar av landinum. Við undirsjóvartunlum vestur í Vágar og til Klaksvíkar kunnu umleið 85% av føroyingunum koyra í túnið hjá hvørjum øðrum – ella bjóða seg fram á arbeiðsmarknaðinum í stórum pørtum av landinum og innan nógv ymisk virkisøkir. Hóast sambandið um Suðuroyarfjørð er dagført við nýggjum ferðamannaskipið, so hava suðringar ikki líka góðar møguleikar sum nógvir aðrir føroyingar at fáa lut í vøkstrinum í miðstaðarøkinum. Tí er eisini neyðugt at seta fokus á menningina av Suðuroynni, við Suðuroynni sum útgangsstøði. Og í so máta er tað positivt, at kommunurnar í Suðuroynni (í tøttum samstarvi við fakligan serkunnleika) saman við landsmyndugleikunum hava sett hol á eina verkætlan um at gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroynni.

Í stuttum gongur hendan verkætlan út upp á at fáa lýst, hvørjar vakstrarmøguleikar Suðuroyggin hevur í “teirri nýggju tíðini” – við øðrum orðum, hvørjar vinnur mann eigur at leggja seg eftir í Suðuroynni. Umframt hesa lýsing er tað ein týðandi partur av verkætlanini, at ein avtala verður gjørd millum m.a. kommunur, land, og vinnulívið í Suðuroynni, har tað heilt ítøkiligt verður gjørt greitt, hvussu man í praksis førir verkætlanina út í lívið. Ein avgerandi partur av hesum er eisini, at peningur verður settur av til at gjøgnumføra hesa vakstraravtalu.

Tað er í løtuni ikki greitt nær, hvussu og um arbeiðið við vakstaravtaluni fyri Suðuroynna byrjar. Lýsingin í hesum arbeiðsriti staðfestir tó akutta tørvin á, at hetta arbeiðið fer í gongd ongantíð ov skjótt.

Arbeiðsritið kann takast niður í pdf-formati undir Útgávur og Arbeiðsrit ella her.

18. Mars 2007
Arbeiðsrit 13/2007: Fólk og vinna í Sandoyar Sýslu í 2006
Granskingardepilin fyri Økismenning hevur givið út Arbeiðsrit 13/2007 við heitinum “Fólk og vinna í Sandoyar Sýslu í 2006”. Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og Bogi Mortensen, siviløkonomur, hava skrivað arbeiðsritið.

Arbeiðsritið setur fokus á fólk og vinnu í Sandoyar Sýslu.

Í fyrsta lagi verður gongdina í fólkatalinum í Sandoyar Sýslu viðgjørd, herundir viðurskifti viðvíkjandi til- og fráflyting, burðaravlop og broytingar í aldurs- og kynssamanseting. Her er ein av greiðu niðurstøðunum, at tað er ein stór avbjóðingin í Sandoyar Sýslu at venda teirri skeivu gongdini, sum hevur verið tey seinastu ártíggjuni, tá umræður gongdina og samansetingina í fólkatalinum. Ein framhaldandi gongd við vaksandi lutfalli av fólkinum í teimum eldri aldursbólkunum, færri kvinnum í burðarførum aldri og ein minkandi føðitíttleika kann føra við sær, at Sandoyar Sýsla kemur í eina negativa ringrás, har fólkatalið minkar ár um ár. Við tíðini vil ein nýggj javnvág verða nádd, sum er væl lægri enn tað støðið, við kenna í dag.

Í øðrum lagi viðger arbeiðsritið vinnuligu støðuna í Sandoyar Sýslu. Hendan viðgerðin er býtt í tvey. Fyrri parturin fevnir um lýsing av tal av parta- og smápartafeløgum. Innan hvørjar vinnur virka feløgini, og hvussu nógv parta- og smápartafeløg eru í Sandoyar Sýslu samanborið við onnur øki í landinum og við støðuna í landinum sum heild. Seinni parturin fevnir um eina lýsing av roknskaparligu gongdini hjá vinnuni í Sandoyar Sýslu – bæði hjá vinnuni undir einum og býtt í vinnubólkar.

Í vinnuligum høpi hevur gongdin undir einum verið skeiva vegin í nøkur ár, og hóast árið 2005 roknskaparliga eydnaðist betri enn árið 2004, so hevði vinnan undir einum eitt hall áðrenn skatt í 2005. Í løtuni (februar 2007) ber illa til at siga nakað um hvussu gongdin hjá vinnulívinum í Sandoyar Sýslu hevur verið í 2006, tí roknskapir eru vanliga ikki tøkir fyrr enn árið er hálvrunnið ella seinni.

Hetta arbeiðsritið gevur eina greiða ábending um, at vakstrarmøguleikarnir í Sandoyar Sýslu í verandi støðu ikki eru stórir – og at tað skulu stórar broytingar til, um støðan í økinum skal broytast munandi. Ætlanirnar um undirsjóvartunnil millum Streymoy og Sandoy er greitt ein broyting, sum fer at ávirka gongdina í Sandoynni rætta vegin.

Arbeiðsritið kann takast niður í pdf-formati undir Útgávur og Arbeiðsrit ella her.

8. Jan. 2007
Granskingardepilin fyri Økismenning partur av stórari EU-verkætlan
Farna heyst gjørdi Granskingardepilin fyri Økismenning avtalu við University of Portsmouth Higher Education Corporation um at verða undirveitari til eina EU-verkætlan við heitinum Precautionary risk methodology in fisheries – stytt PRONE.

PRONE er ein verkætlan innan fiskivinnuna, sum setur fokus á fiskivinnuumsiting og hóttanir / váðan innan fiskivinnuna í EU og í Norðuratlantshavi. Høvuðsendamálið við verkætlanini er at skapa betri skipanir til at meta um hvørjar hóttanir fiskivinnan hevur, umframt at betra um sjálva fiskivinnuumsitingina, og at enda at skapa betri skipanir í smb. við kunning um hóttanir innan fiskivinnuna, t.d. í smb. við hóttar fiskastovnar.

Við í verkætlanini eru granskingarstovnar úr Finnlandi, Onglandi, Spaniu, Grikkalandi, og Íslandi – og er Granskingardepilin fyri Økismenning við umboðandi føroyska partin av verkætlanini. Universitetið í Portsmouth hevur umsitingarligu ábyrgdina av verkætlanini, meðan finski professarin í fiskivinnu umsiting, Sakkri Kuikka, er samskipari av verkætlanini. Verkætlanin fevnir um bæði eina biologiska, eina búskaparliga og eina samfelagsliga tilgongd.

Føroyski parturin av verkætlanini fevnir m.a. um at gera kanningar av hvørjar hóttanirnar eru í føroysku fiskivinnuni. Úrslitið av m.a. hesum kanningum verða brúktar í samanbering við støðuna hjá fiskivinnuni í m.a. Onglandi, Grikkalandi og Íslandi. Granskingardepilin kemur eisini at taka lut í øðrum pørtum av verkætlanini.

Dennis Holm og Bogi Mortensen luttaka í verkætlanini fyri Granskingardepilin. Granskingarverkætlanin endar á heysti 2008.

5. Des. 2006
Granskingardepilin á ráðstevnu í Labrador, Kanada

Fyrst í november mánað, var forkunnug ráðstevna í Labrador við heitinum “Creative Solutions for Coastal Communities Conference. Ráðstevnan var hildin í lítlu bygdini Lanse au Clari í Labrador í Kanada.

Tað var NORA sum skipaði fyri og fíggjaði ráðstevnuna, m.a. saman við Atlantic Canada Opportunities Agency og Department of Innovation Trade and Rural Developmet. Tey luttakandi komu úr øllum økinum kring Norðuratlantshavið, bæði úr Føroyum, Noregi, Íslandi, Grønlandi og Labrador/New Foundlandi.

Endamálið við ráðstevnuni, var at viðgera loysnir og framtøk til frama fyri menning av útjaðaranum í Norður Atlantshavi. At samskifta um kreativar loysnir á felags trupulleikum, og fáa íblástur til nýggj átøk m.a. innan vinnu, samferðslu, fráflyting, mentan og sosiala økinum. Avbjóðingin var at finna vegir til samstarv og netverk, ið megnar at gera hesi økið betur før fyri at standa seg í kappingini í globaliseraða heiminum.

Ráðstevnan var skipað soleiðis, at tey luttakandi vóru bæði leik og lærd. Har vóru granskarar, fólk frá vinnu og virkjum, lands og kommunu politikarar, umboð fyri vinnuligar verkætlanir o.o.

Úrslitið var ein áhugaverd ráðstevna við sera góðari fakliga styrki, har m.a. viðurkendir granskarar sum Dr. Lawrence Felt úr Canada, Skuli Skulason úr Íslandi og Jørgen Amdam úr Noregi vóru lyklarøðarar. Men styrkin í ráðstevnuni lá ikki minst í, at fólk við politiskum og verkligum royndum luttóku í kjakinum, og nógv ítøkilig mál vóru umrødd.

Vit sum luttóku frá Føroyum vóru undirritaða - Olga Biskopstø, fyri Granskingardepilin fyri Økismenning - og Kjartan Dalsgaard, frá Ferðavinnuni í Eysturoy. Okkara íkast, var at lýsa økismenningina í føroyska samfelagnum og gongdina í ferðavinnuni. Ítøkilig úrslit vit fingu heim aftur við, var m.a. at skipa felags ferðavinnu átøk í fevna um Føroyar, Ísland, Norra og Labrador.

Olga Biskopstø skrivaði um ráðstevnuna í Labrador, Kanada

14. Nov. 2006
Rúna Hjelm, phd-lesandi á Granskingardeplinum fyri Økismenning, fór í farnu viku, sum partur av verkætlan síni. ein túr við Skálaberg. Rúna fer leypandi at greiða frá hvussu túrurin gongur - tú kanst fylgja við Dagbókini hjá Rúnu her.

2. Nov. 2006
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur í dag út arbeiðsritið “Arbeiðsmegin á føroysku flaka- og fiskavirkjunum í framtíðini”, sum Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og Bogi Mortensen, siviløkonomur, hava skrivað arbeiðsritið. Arbeiðsritið kann takast niður her.
Les tíðindaskriv her.

13. Okt. 2006
Rúna Hjelm umborð á Skálaberg í smb. við phd-verkætlan sína
Rúna Hjelm er phd-lesandi, sum dagliga arbeiðir á Granskingardeplinum fyri Økismenning, og er knýtt at Roskilde Universiteti.

Verkætlanin, sum Rúna arbeiðir við, ber heitið: Nýskapan í føroysku fiskivinnuni. Endamálið við verkætlanini er at lýsa, hvussu nýskapan í fiskivinnuni er knýtt at mentan og søguligum viðurskiftum í fiskivinnuni og menning av samfelagnum sum heild

Í næstum fer Rúna við flakatrolaranum “Skálaberg” í Barentshavið. Rúna sigur, at endamálið við túrinum er, at eg heilt konkret skal seta meg inn í, hvussu tað er at verða mannskap, við einum nýmótans langfara fiskiskipi. Rúna sigur víðari: “Tað eru í øllum førum tvær orsøkir eg hugsi um, tá eg velji henda kanningarhátt. Ein orsøk er, at tað ofta verður havt á munni millum fiskimenn, at sokallaðir “landkrabbar” ikki kunnu vita, hvussu viðurskiftini eru undir fiskiskapi. Hin orsøkin er, at eg velji at kanna evnið í dýpdina, millum annað við at nýta egnar royndir, í vísindaligu tilgongdini. Við øðrum orðum fer henda kanningin í dýpdina við evnum, so sum fiskimanna mentan, tøkniligar og skipanarviðurskifti undir fiskiskapi og samskifti millum sjógv og land.”

Rúna Hjelm sigur at enda, at í verkætlanini ætlar hon bæði at lýsa og greina viðurskifti viðvíkjandi nýskapan í føroysku fiskivinnuni. Sum dømi nevnir hon, at menningin frá fyrsta Skálabergi (sum kom í 1933) til núverandi fimta Skálaberg, kann lýsast við ymiskum ástøðiligum grundarlag, har serliga søguliga menningin í fiskivinnuni og samfelagnum sum heild, er áhugaverd.

Rúna fer ætlandi umborð á Skálaberg í Norra í komandi viku og verður væntandi umborð í 3-4 vikur.

Rúnu Hjelm byrjaði Phd-verkætlanina í 2005 og verður ætlandi liðug við verkætlanina um ársskifti 2007/2008.

18. Sept. 2006
Útgáva Námsrit 7/2006: Bygdin – fyrr, nú og í framtíðini
Granskingardepilin fyri Økismenning hevur givið út eitt nýtt námsrit – Námsrit 7/2006 við heitinum “Bygdin – fyrr, nú og í framtíðini". Tað eru landa- og søgufrøðingurin Bergmann Finnsson og samfelagsfrøðingurin Sámal Matras Kristiansen sum hava skrivað námsritið. Námsritið er serliga ætlað sum undirvísingartilfar á miðnámsskúlastøði, men er áhugavert hjá øllum, ið vilja vita meiri um bygdina sum samfelagsligt fyribrigdi.

Føroyingar hava lyndið til at hugsa í bygdum. Viðhvørt verða føroyingar sagdir at hava ein "bygdamentalitet", ið ger tað trupult at síggja út um bøgarðarnar og harvið at fata, at bygdirnar í veruleikanum eru vorðnar alsamt meiri samanknýttar gjøgnum ta sokallaðu alheimsgerðina.

Men alheimsgerðin er ikki nakað nýtt, men nakað, ið hevur verið ávegis í meiri enn hundrað ár. Gjøgnum støðugar moderniseringar av samfelagnum eru møguleikarnir fyri samskifti, samstarvi og samferðslu batnaðir munandi, soleiðis at stóri partar av Føroyum nú í veruleikanum fungera sum ein stór eind, har tað ikki longur er avgerandi, at ein býr á sama staði sum ein arbeiðir.

Eins og siðbundna bóndabygdin fyri góðum hundrað árum síðani varð avloyst av modernaðu fiskivinnubygdini, er modernaða fiskivinnubygdin nú við at verða avloyst av einari heilt øðrum slagi av bygdum, ið hóskandi kann verða kallað "tann postmodernaða bygdin". Men hvat eru framtíðarútlitini hjá føroysku bygdini? Tað er sjálvandi ilt at spáa um, men námsritið gevur eitt boð upp á tað.

17. Aug. 2006
Granskingardepilin fyri Økismenning arbeiðir í løtuni við áhugaverdari trivnaðar kanning fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar. Tað er Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sum hevur umbiðið trivnaðarkanningina.
Les meiri her.

18. Mai 2006
Granskingardepilin fyri Økismenning gevur í dag út arbeiðsritið “Hækkandi oljuprísir, djúpvatnstrolarar og møguligar avleiðingar fyri Suðuroynna”, sum Bogi Mortensen og Dennis Holm hava skrivað arbeiðsritið. Arbeiðsritið kann takast niður her.
Les tíðindaskriv her.

18. Apríl 2006
Granskingardepilin fyri Økismenning er í apríl 2006 farin undir eina verkætlan undir heitinum Økislýsing 2006.
Les meiri her

20. Feb. 2006
Granskingardepilin fyri Økismenning søkir eftir granskara - búskaparfrøðingi, samfelagsfrøðingi, ella líknandi - at byrja skjótast gjørligt. Sí lýsingina eftir granskara her (í pdf-formati).

14. Sept. 2005
Heimasíðan hjá Granskingardeplinum fyri Økismenning er gjørd av nýggjum við nýggjum, dagførdum sniði.

15. August 2005
Námsrit 6/2005 Ungdómur og mentanarlig globalisering er givið út á heimasíðuni.
Námsritið snýr seg um hvussu føroysk ungdómsmentan gerst partur av globaliseringsgongdini í heiminum. Tey ungu brúka modernaðu miðlarnar at skapa eitt samband ímillum lokalsamfelagið og altjóða rák innan mentan og forbrúk. Mentanarligi samleikin verður samansettur av stílum og virðum, ið ikki hava verið sameind fyrr.
Tey ungu skulu sjálvi avgera hvørja leið tey taka, og heimurin tykist meira flótandi og óskipaður enn fyrr.
Námsritið er skrivað av Firouz Gaini, Cand. Scient. Anth. og Ph.D. lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya.
Námsritið kann takast niður í pdf-formati her.

3. August 2005
Granskingardepilin fyri Økismenning skipar fyri altjóða seminari í døgunum 3-10 august
Í døgunum 3 – 10 august í ár verður átjanda altjóða seminari: International Seminar on Marginal Regions – stytt ISMR 18, í Føroyum. Granskingardepilin fyri Økismenning skipar fyri seminarinum, sum skiftivís hevur verið hildið í Norra, Skotlandi, Wales, Írlandi, Kanada – og sum í ár fyri fyrstu ferð er í Føroyum. Seminarið verður vanliga skipað soleiðis, at sjálvt seminarið er á tveimum støðum í tí landinum, sum vitjað verður. Soleiðis verður eisini í Føroyum og verður seminarið í Vági og í Klaksvík.

Seminarið viðgerð viðurskifti, sum hava við útjaðaraøki at gera, og verða royndir úr ymiskum londunum lagdar fram, umframt at kjak verður um hesar royndir. Í nógvum førum er talan um at umrøða royndir úr ymiskum londum, soleiðis at lærast kann av hvørjum øðrum. Vanligt er, at ein partur av teimum vísindaligu greinunum, sum verða lagdar fram á seminarinum, verða útgivnar í bók.

Granskarar úr nógvum ymiskum londum luttaka á seminarinum, og soleiðis verður eisini í ár, har luttakarar koma úr Norra, Skotlandi, Wales, Kanada, og Japan. Harumframt luttaka eisini føroyskir granskarar.

Umframt tann fakliga partin, so er eisini vanligt, at útlendsku luttakararnir fáa møguleika at nema sær kunnleika um landið, sum vitjað verður.

Ráðstevnan byrjar í Vági – og verður í Vági í døgunum 4 – 7 august. Sunnudagin 7. august verður farið til Klaksvíkar og heldur ráðstevnan so áfram í Klaksvík fram til mikudagin 10. august, tá luttakararnir fara heim.

Eldri tíðindi